Spenningurin økist - nú fríggjadagurin nærkast, og bankakanningin verður løgd fram fyri almenningin.
Nógv hevur eisini verið tosað um, hvørt úrslitið - verður tað negativt mótvegis stjórnini hjá Poul Nyrup Rasmussen - kann koppað stjórnini, og elva til nýval, ella at Uffe Elleman-Jensen fær høvi at skipa eina borgarliga stjórn.
Við danska blaðið Jyllands-Posten í morgin (hósdag) sigur Lise Lyck, lektari á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn, sum hevur fylgt væl við Føroyamálinum, at tíðspunktið er sera væl timað - at bankakanningin verður løgd fram júst nú.
Borgarligu flokkarnir hava als ongan áhuga fyri at taka við stjórnarvaldinum júst nú.
Hon vísir á, at borgarligu flokkarnir neyvan koppa stjórnina nú, tá lønarsamráðingar og fólkaatkvøða um Amsterdamsáttmálan standa fyri durum í mai.










