Tjóðarítrótt okkara, kapprógving, verður ikki einans íðka á føroysku firðunum. Í Danmark verður eisini róð kapp í føroyskum bátum, og fyri tveimum vikum síðani endaði føroyska róðrarárið í Danmark við kapping í Sorø.
Edith Dahl Olsen og Marvin Jacobsen, sum bæði rógva í Danmark, vóru framvið í hølunum hjá Bank Nordik og greiddu í Ghetto Føroyar frá, hvussu tað er at íðka tjóðarítróttina uttanfyri føroysku landoddarnar.
– Bátarnir eru gamlir bátar, sum eru brúktir til kapprógving í Føroyum, sum síðani eru keyptir til Danmarkar. Talan er um seksmannafør og teir eru fínir til tað støðið, sum vit kappast á, greiddi Marvin Jacobsen frá og Edith Dahl Olsen var ikki ósamd.
– Í Føroyum er neyðugt at skifta bátarnar út javnan, um tú ynskir at standa teg í kappingini við hinar, vísti hon á.
Tey bæði løgdu eisini dent á, at kapprógvingin í føroysku bátunum í Danmark ikki var á eins høgum støði sum í Føroyum.
– Vit venja tvær ferðir um vikuna, sum er munandi minni enn har heima. Vit venja eisini bara í bátunum, so hetta er eisini ein spurningur um samanhald, segði Edith Dahl Olsen.
Føroysku bátarnir eru serstakt handverk. Tí krevst eisini servitan á økinum, um okkurt gongur galið. Onkrir smærri trupulleikar hava eisini verið, men ikki størri enn so, enn at tey hava megnað at loyst tað sjálvi.
– Til eina stevnu lak ein bátur sera illa, tí hann hevði staðið inni alt summarið. Hann bleiv fullur eftir nøkur tøk, men har smurdu vit smør á fyri at tetta og tað riggaði fínt, fortaldi Marvin Jacobsen.
Hetta er eisini ein góð mynd upp á, hvussu kapprógvingin í føroysku bátunum í Danmark er. Feløgini og limirnir stuðla hvørjum øðrum, hyggja og heppa undir róðrunum, umframt at fleiri áskoðarar eisini koma, um ikki so nógv sum í Føroyum.
– Í Føroyum er tað so seriøst, at róðrarfólkini fara beint heim eftir hvønn róður. Her savnast vit øll til prát og hugna aftaná, og hetta er ein góður máti at savna føroyingar uppá, segði Marvin Jacobsen, sum eins og Edith Dahl Olsen ætlar sær at rógva føroyskan kappróður í donskum sjógvi aftur í næsta ár.