Danskir sjómenn sum livandi skjøldur

Sjórænararnir brúktu manningina á ?Danica White? sum livandi skjøldur, tá eitt amerikanskt herskip royndi at steðga skipinum. Tað hevur danska sjónvarpið DR fingið at vita frá amerikanarunum.

Sagt verður, at eitt amerikanskt herskip royndi at steðga ?Danica White?, eftir at sjórænararnir høvdu tikið tað, men at herskipið mátti steðga skjótingini, tí sjórænararnir brúktu donsku manningina sum livandi skjøldur.

Tað gjørdi, at sjórænararnir sluppu inn um somaliska sjómarkið við skipinum.

Uttanríkisráðið í Keypmannahavn kunngjørdi annars í gjár, at manningin á ?Danica White? hevur tað gott.