Manningin á danska farmaskipinum Danica White er sloppin leys ímóti loysigjaldi Eftir at hava verið gíslar hjá somaliskum sjórænarum í 83 samdøgur vórðu teir fimm menninir av Danica White latnir leysir í dag. Tað kunngjørdi uttanríkisráðið í Keypmannahavn seinnapartin.
Sagt verður, at manningin er latin leys ímóti loysigjaldi, men einki verður sagt um, hvussu nógvan pening sjórænararnir hava fingið.
Tað er fyrr komið fram, at sjórænararnir kravdu góðar átta mió. krónur í loysigjaldi fyri skip og manning.