Danski fólkaskúlin fostrar analfabetar

- Ein stórur partur av donskum ungdómi eru funktionellir analfebatar eftir níggju ára skúlagongd, fleiri og fleiri fáa serundirvísing, vit eru ódugnalig at integrera tilflytarar og vit duga als ikki at bróta niður sosiala arvin. Hetta sigur danski professarin á Danmarks Pædagogiske Universitet, Niels Egelund, eftir nýggju OECD kanningina

Í seinastu viku var OECD kanningin um danska fólkaskúlan almannakunngjørd, og úrslitið hevur veruliga sett gongd á kjakið um lága støðið og sjúkueyðkennini, danskir næmingar sambært kanningini líða undir. Ein, sum við egnum orðum hevur "rópt og skrála" í mong ár, er danski professarin á Danmarks Pædagogiske Universitet, Niels Egelund. Berlingske Tidende hevði eftir OECD kanningina prát við professaran, sum ikki sparir uppá krútið við hvøssum atfinningum mótvegis danska fólkaskúlanum.
Sambært danska professaranum eru fýra sjónligir og álvarsamir høvuðstrupulleikar í danska fólkaskúlanum, sum ikki eru at finna í eins stóran mun í grannalondunum hjá Danmark.
- Ein stórur partur av donsku børnunum eru funktionellir analfebatar eftir níggju ára skúlagongd, fleiri og fleiri fáa serundirvísing, vit eru ódugnalig at integrera tilflytarar, og vit duga als ikki at bróta niður sosiala arvin, sigur Niels Egelund, sum í fleiri ár hevur funnist at donsku fólkaskúlaskipanini.

18% duga ikki at lesa
Hann heldur, at lyklaorðið fyri framgongd er støðug evaluering (eftirmeting) og hægri krøv til næmingarnar. Við hægri krøvum og øktum eftirmetingum hevði undirvísingin sambært Niels Egelund verið tillaga hvørjum einstøkum næmingi sær.
- Úrslitið sambært OECD kanningini vísir, at 18% av donsku fólkaskúlanæmingunum duga ikki at lesa, tá teir fáa fólkaskúlaprógvið, og umframt hetta er øll vitan, upplýsing og kunning á einum ov vánaligum støði, slær professarin fast.
Hann heldur tað vera alneyðugt at fáa eina uppgerð í lag við donsku sjálvsfatanina av, at "vit eru so dugnalig og framkomin", og metir Niels Egelund eitt høvuðseyðkenni í danska fólkaskúlanum vera reindyrkað leti (dovinskapur).
- Einki annað land í heiminum hevur fólkaskúlalærarar, sum nýta so lítla tíð saman við sínum næmingum. Donsku lærararnir hava árliga bert 6-700 tímar saman við børnunum, og tað er einfalt ov lítið, vísir professarin frá Danmarks Pædagogiske Universitet á. Víðari vísir Egelund á, at undanførslurnar als ikki halda.
- Donsku skúlamyndugleikarnir hava verið alt ov dovnir at seta krøv. Vit skulu seta krøv, sum noyðir allar næmingar at avrika maksimalt hvønn einasta dag í skúlanum, sigur Niels Egelund. Í løtuni lena lærararnir sambært professaranum seg afturá og siga, at børnini ikki kunnu læra nakað, tí tey koma frá sosialstætt nummar fimm, tí foreldrini ikki eru donsk, ella tí móðirin býr einsamøll.
- Hesin hugburður er ikki nøktandi, og tíðin er komin til evaluering av innsatsinum hjá bæði lærarum og næmingum í danska skúlaverkinum, slær Niels Egelund fast í kjalarvørrinum av avdúkandi OECD kanningini.

Í næstu útgávu verður roynd gjørd at fáa viðmerking frá føroysku myndugleikunum, tí sum kunnugt eru vit undir somu fólkaskúlaskipan sum danir. Um danskir fólkaskúlanæmingar eru so illa fyri, er áhugavert at vita, hvussu stendur til við føroyskum fólkaskúlanæmingum.