Danskar lógir skulu avmarka rættindi Føroya fólks

Nøkur lógaruppskot eru løgd fyri tingið til samtyktar. Tey eru ikki av tí vanliga slagnum. Tey snúgva seg m.a. um rættin hjá føroyingum at gera millumtjóða avtalur. Tað er løgmaður, sum vegna landsstýrið hevur lagt hesi uppskot fram. Uppskotini hava eina ?føroyska? útgávu og eina ?danska?

John Dalsgarð

Hesi uppskot eru ikki nøkur vanlig lógaruppskot. Framløgan av uppskotunum er sera ørkymlandi, sum fleiri løgfrøðingar hava víst á. M.a. hava løgfrøðingarnir á Løgtingsskrivstovuni gjørt vart við, at sjálvræðisrætturin hjá løgtinginum stendur upp á spæl. Hevur løgtingið sín heimildarrætt at geva lóg frá Føroya fólki, ella skal løgtingið hava henda rætt frá danska fólkatinginum, verður spurt. Líkt er til, at løgmaður hevur í umbúna at taka henda ræðisrættin frá Føroya fólki og geva danska fólkatinginum hann. Øðrvísi kann nevnda (nevndu) lógaruppskot ikki skiljast.

Mælt verður til, at fólk, serstakliga tingfólk, lesa tey uppskot, ið talan er um. Tey liggja til taks á heimasíðuni hjá løgtinginum: h, hygg undir tingmál, tey eru nummar 91, 92 (danskt ríkislógartilmæli, ið svarar til nr. 91), 95 og 96 (danskt ríkislógartilmæli, ið svarar til nr. 95).

Ikki er neyðugt at lesa øll uppskotini ígjøgnum fyri at síggja, at her er talan um eitt margháttligt inntriv í føroyskan sjálvsavgerðarrætt. Samstundis sum greitt verður frá øllum teimum altjóðarættarligu fyrimununum, ið Føroyar skulu eitast at fáa sambært hesum lógaruppskotum, so verður alt hetta tileinkisgjørt við teimum donsku viðmerkingum, ið løgmaður vil hava løgtingið at samtykkja. Samstundis sum øll rættindi at gera altjóða sáttmálar verða avmarkað meira enn tilfellið er í dag, verður rættur Føroya løgtings at lóggeva sambært heimild frá Føroya fólki upploystur. Hereftir skal, sambært framløguni av uppskoti nr. 92, danska fólkatingið geva løgtinginum hesa heimild.

Løgfrøðingar, teirra millum Bjørn á Heygum, hava víst á tað óneyðuga í at ríkislógartilmælini verða løgd fyri tingið til samtyktar, serstakliga tí at løgtingið ikki er samt ella kann taka undir við teimum donsku viðmerkingunum til hesi uppskot, tí tey avmarka rættin hjá løgtinginum á so nógvum økjum. Løgmaður, sum hevur lagt uppskotini um ríkislógartilmæli fyri tingið, hevur ikki sagt, hvør orsøkin til hesa framløgu er. Danir hava so ikki kravt nakra framløgu ella góðkenning av løgtinginum. Tað einasta danir biðja um er eitt ummæli frá heimastýrinum, sum tað verður sagt í skrivinum frá donsku stjórnini. Eitt ummæli frá heimastýrinum er ikki tað sama sum ein tingsamtykt. Heimastýrið eigur at gera vart við sína støðu yvir fyri donsku stjórnini og ikki lata seg kroysta til slíkar undirbrotligar handlingar.

Tað eru serliga tríggir trupulleikar, ið løgtingið fær ella kann fáa um nevndu uppskot verða samtykt.
Trupulleiki 1: Heimild tingsins er frá Føroya fólki; hereftir verða tær frá danska fólkatinginum, um løgmaður fær sín vilja framdan í tinginum.
Trupulleiki 2: Grein 1 í uppskoti nr. 95, sum verður avmarkað samb. Grein 1, Stk. 4.
Trupulleiki 3: Føroya og Danmark javnbjóðis partar. Viðmerkingarnar, serliga tær donsku, til lógaruppskotini prógva tað mótsætta: Danmark er ein eindarstatur, harav Føroyar eru ein samantvinnaður partur.

Trupulleiki 1 útgreinaður: Við at leggja tvey ríkislógartilmæli fyri løgtingið, sum tingið í prinsippinum ikki kann taka undir við, noyðir løgmaður løgtingið til at broyta sín integritet (sjálvræðisrætt). Løgmaður hevur ein trupulleika um hann ætlar at útmynda sína politisku ómegd og undirbrotligheit við at leggja eitt danskt stjórnaruppskot fyri Føroya løgting at góðkenna, tá hetta er eitt uppskot, sum hvørki tingið, ei heldur løgmaður sjálvur, kann taka undir við. Hetta luktar langan veg av undirbrotligheit.

Trupulleiki 2 útgreinaður: Verður hugt eftir uppskoti nr. 94 ?Uppskot til lóg um altjóðarættarligu sáttmálar Føroya landsstýris at gera,? framgongur greitt í grein 1 at tey givnu rættindini kunnu til eina og hvørja tíð verða tikin aftur frá landsstýrinum (Føroyum, Føroya løgtingi?). Grein 1 er soljóðandi:
§ 1. Føroya landsstýri kann samráðast við fremmand ríki og millumtjóðafelagsskapir og gera altjóðarættarligar sáttmálar við tey, heruppií fyrisitingarligar sáttmálar, ið til fulnar viðvíkja yvirtiknum málsøkjum.
Stk. 2. Stk. 1 er ikki virkið, tá ið samráðst verður, og altjóðarættarligir sáttmálar verða gjørdir, ið viðvíkja bæði Føroyum og Grønlandi. Føroya landsstýri og Grønlands landsstýri kunnu tó samtykkja at virka í felag viðvíkjandi altjóðarættarligum sáttmálum samsvarandi ásetingunum í hesi lóg.
Stk. 3. Altjóðarættarligir sáttmálar, ið eru gjørdir sambært stk. 1 og 2, 2. pkt., kunnu verða sagdir úr gildi sambært somu ásetingum.
Stk. 4. Ásetingarnar í stk. 1-3 fevna ikki um altjóðarættarligar sáttmálar, ið víkja at verju og trygdarpolitikki, ei heldur um altjóðarættarligar sáttmálar, sum skulu galda fyri Danmark, ella sum samráðst verður um í millumtjóðafelagsskapi, har sum Danmarkar kongsríki er limur.
Stk. 5. Ásetingarnar í stk. 1-3 avmarka ikki stjórnarskipanarliga ábyrgd og heimildir hjá donskum myndugleikum viðvíkjandi tí at samráðast, gera og siga úr gildi altjóðarættarligar sáttmálar, heruppií sáttmálar, ið stk. 1-3 fevna um.

Vit síggja her, at givið verður við vinstru, meðan alt verður tikið aftur við høgru. Tann stóri trupulleikin her er, at Føroya løgting skal samtykkja, at Føroyar hava ongan rætt til at gera sáttmála við felagsskapir, har Danmarkar kongsríki (t.e. Danmark, Føroyar og Grønland) er limur (sí stk. 4). Hvør er tá okkara støða í spurninginum um eitt nú limaskap í Norðurlandaráðnum? Hava vit ikki avskrivað okkum henda møguleika nú einaferð fyri allar, ella gjørt møguleikan fyri limaskapi upp aftur torførari enn hann er í dag? Løgtingið er jú samt um at royna at fáa limaskap í Norðurlandaráðnum. Tað er bara Danmark, sum noktar at broyta Helsingfors-avtaluna, so at hetta kann gerast møguligt. Er her talan um javnbjóðis partar? Neyvan.

Í grein 2, stk. 2, verður sagt, at henda lóg treytar tætt samstarv millum Føroya landsstýri og Danmarkar stjórn til tess, at heildaráhugamál Danmarkar kongsríkis verða ikki sett til viks, og at Danmarkar stjórn verður kunnað um ætlaðar samráðingar, áðrenn farið verður undir tær, eins og samráðingargongdina, áðrenn altjóðarættarligir sáttmálar verða gjørdir ella sagdir úr gildi.
Her síggja vit í einari føroyskari lóg, at tað eru tey donsku áhugamálini sum telja, fram um tey hjá løgtinginum. Slíkar treytir skerja okkara rættindi meira enn neyðugt, og aftur her luktar av himmalrópandi undirbrotligheit.

Trupulleiki 3 útgreinaður: Sagt verður, at henda lóg hevur støði í einum sáttmála millum Føroya landsstýri og Danmarkar stjórn sum javnsettar partar. Í fyrsta lagi er at spyrja, hvør, ið sáttmálin er, ið talan er um? Ongastaðni í framløgdu lógaruppskotunum er nærri tilskilað, hvør sáttmálin er, sum lógaruppskotini byggja á. Kanska er tað ikki av so stórum týdningi, sum onkur kanska hevur hug at leggja í tað. Halgir Winter Poulsen løgfrøðingur helt ikki (í útvarpinum), at tað í sær sjálvum hevði so stóran týdning so leingi vit annars vistu, hvat lógirnar skuldu fevna um. So leingi vit ikki hava ein sáttmála, ella so leingi vit bert hava nakrar óítøkiligar orðingar (paragraffir) at útgreina eina lóg um, er skjótt at standa spyrjandi, júst í einum spurningi, har dentur verður lagdur á, at talan er um tveir javnbjóðis partar (ligeværdige parter). Í besta føri er talan um eina fólkaligheitsparagraff frá danskari síðu, sum enn einaferð skal fáa føroyskar politikarar at avdúka sína undirbrotligheit, tí øllum kunnugt er ikki talan um tveir javnsettar partar. Alt annað.

Hetta vísa eisini tær donsku viðmerkingarnar til ríkislógartilmælini, sum løgmaður og landsstýri vilja hava løgtingið at samtykkja. Donsku viðmerkingarnar gera greitt, at det vil forudsætte en grundlovsændring, hvis Færøerne statsretligt skulle have adgang til på egne vegne at handle i mellemfolkelige anliggender. Seinni í somu viðmerkingum verður sagt, det vil imidlertid være muligt inden for grundlovens rammer at bemyndige det færøske landsstyre til at handle på rigets vegne i visse mellemfolkelige anliggender, der alene angår Færøerne og ikke tillige berører andre dele af riget.

Hetta er so greið tala, at tað kann ikki misskiljast. Tað hevur ongantíð verið ynski hjá føroyingum at tingast við onnur lond vegna Danmark og gera millumtjóða avtalur vegna Danmark. Í yvirtiknum málum hava og eiga føroyingar ikki at spyrja danir eftir, hóast danir júst í hesum spurningi gera seg inn á sjálvræðisrætt føroyinga hvørja ferð teir finna eitt høvi til slíkt. Ein viðmerking, sum tann danska, ið nevnd er frammanfyri, vísir, at danir ikki tola ella góðtaka okkara ræðisrætt í yvirtiknum málum, hvaðna meiri enn teir góðtaka okkara rættindi í uttanríkispolitiskum høpi. Júst hetta ber boð um, at talan er ikki um javnbjóðis partar, og m.a. eisini tí er tað altavgerandi, at løgtingið ikki samtykkir slíkar viðmerkingar. Tær kunnu koma okkum aftur um brekku seinni.

Samanumtikið er tað ein ómetaligur naivitetur, ið lýsir út frá hesum fýra uppskotunum, ið fyriliggja. Fyrst er at spyrja, hvørjar veruligu broytingarnar verða í mun til verandi støðu? Vit síggja, at nógv ting verða feld niður í lógartekst. Tað verður torførari hjá føroyskum myndugleikum at tingast í millumtjóða høpi av sínum eintingum við útlendskar tjóðir í yvirtiknum málum. Sjálvt tingingar við okkara nærmastu grannar kunnu gerast tyngri og ómøguligari við øllum teimum fyrivarnum, sum løgmaður við hesum donsku lógum vil hava løgtingið at samtykkja.

Tað er ilt at fáa eyga á endamálið við hesum lógaruppskotum. Serstakliga torført er at finna grundirnar til, at hesi uppskot skulu skrumblast í gjøgnum í tinginum her og nú, uttan eina virðiliga viðgerð. Kann tað hava nakað at gera við, at tað eru danir, sum hava skund at fáa hetta avgreitt, uttan neyðuga viðgerð í Føroyum? Eisini er tað ein gáta, hví føroyska pressan er so kúrr í hesum stórmáli. Tá fullveldi var á skránni í síni tí, varð hvør setningur vendur og snaraður av føroysku pressuni og alt skuldi ganga fyri seg í fullum ljósi. Tá snúði tað seg um at vinna Føroyum og føroyingum rættindi, sum skuldu røkka víðari út í heim. Nú tað snýr seg um at taka rættin frá Føroya fólki og Føroya løgtingi letst pressan ikki um vón. Hvar er tað kritiska eygað í dag? Einki er at siga til, at sambandið gníggjar sær í lógvunum. Størri sigur er ikki vunnin á sambandsleið síðan heimastýrislógina. Hvat hendi við fólkaflokkinum, radikalt sjálvstýri?