Danska stjórnin fíggjar granskingarsamstarv

Herfyri vóru granskarar frá Havstovuni í Grønlandi á fundi um felags gransking í æti og fiski í útnyrðingspartinum av Atlantshavinum.

Herfyri vóru granskarar frá Havstovuni í Grønlandi á fundi um felags gransking í æti og fiski í útnyrðingspartinum av Atlantshavinum.

 

Fundurin var saman við granskarum úr Grønlandi og Danmark.

 

- Umframt kanningar á føroyska landgrunninum, verður samstarvað um kanningar av makreli, reyðæti, sum er føði hjá makreli, og havfrøði í havøkinum úr Føroyum og vestur í Irmingarhavið.

 

Havstovan veit at siga, at áhugaverdar framløgur og kjak vóru um m.a. broytingar í útbreiðslu og atburði hjá makreli, æti og havfrøði í hesum stóra havøki.

 

- Úrslit vórðu samanborin, og kjakast varð um, hvussu vistskipanin hongur saman.

 

Tað er danska stjórnin, sum hevur fíggjað granskingarsamstarvið við 10 miljónum krónum.

 

- Samstarvið byrjaði í 2013 og endar í 2016, sigur Havstovan.