Danska krónan ótrygg sum gjaldoyra

Vantandi álit á donsku krónuna er orsøkin til, at tjóðbankin noyðist at hækka rentuna fyri aðru ferð hendan mánaðin Útlendskir íleggjarar tora ikki at gera ílgøur í donsku krónuni, tí teir hava ikki nóg gott álit á henni sum gjaldoyra, og tað er tann sannroynd, sum fekk danska tjóðbankan at hækka rentuna eitt hálvt prosentstig í morgun.

Tað sigur Jesper Rangvid, professari í altjóða fígging og gjaldoyraviðurskiftum á Copenhagen Business School, við Politiken.

-Ein útlendskur íleggjari, sum hevur keypt danskar realkreditobligasjónir, kennir seg ikki heilt tryggan, tí tann danska krónan kann fella í virði mótvegis evruni, sigur hann.

Jesper Rangvid vísir á, at hóast virðið á donsku krónuni er tengt at virðinum á evruni, so kann krónuvirðið fella.

Sambært avtaluni kann kursurin á krónuni broytast í mesta lagi 2,25 prosent í mun til kursin á evruni, men í løtuni er kursmunurin millum krónuna og evruna størri enn nakrantíð fyrr, skrivar Politiken.

Danski tjóðbankin hevur fyrr sagt, at krónan er undir stórum trýsti uttaneftir í hesum tíðum.