Tikið saman um, so eru danskir politikarar ikki smettin frægari enn okkara heimligu, tá umræður at gera sær dælt av annans avrikið og annars bera seg fram við smádreingjalótum. Tað eru kanska tey, ið halda, at meiri virðing og meira álvarsemi er í donskum - ella fyri uttan tað - útlendskum politikki, enn her í okkara egna dunnugarði. Men so tykist ikki vera.
Anders Fogh Rasmussen, nýggi Vinstraleiðarin eltir slóðina hjá undanmanninum, Uffe Elleman-Jensen - og sum vera man er fremsta uppgáva hansara at leggja Poul Nyrup Rasmussen forðingar í vegin. Hetta hevur hann eisini roynt í føroyska bankamálinum, uttan at vit tó kunnu siga, at tað hevur eydnast honum serliga væl.
Men vit kenna ein annan fólkatingsmann, sum alt sítt politiska lív hevur stríðst fyri at »bekempa sosialismuni?«, og hesin maður er júst størsti trupulleikin hjá donsku borgarligu andstøðuni í hesum døgum - tí hann skal tæna tveimum harrum: Hann skal bæði »bekempa sosialismunini« (les: fella Nyrup) og bjarga donsku stjórnini (les: bjarga Nyrup).
Sum vera man voldir hetta Anders Fogh Rasmussen høvuðbrýggj - og leggur hann tí føroyingar undir at taka ímóti mutri: Óli Breckmann lat vera við at atkøvða aftur fyri at Føroyar fingu eina góða avtalu við stjórnina, vil Anders Fogh Rasmussen vera við.
Sambært Óla Breckmann sjálvum, so passar tað. Hann varð brúktur sum trumfur. Tá Jóannes Eidesgaard ikki vildi atkvøða fyri, so var Óli Breckmann tungan á vágskálini - og við at hann ikki atkvøddi (les: bekempaði sosialismuni), varð stjórnin hjá Poul Nyrup Rasmussen bjargað undan hesum nosinum.
Nú hevur so nógv verið tosað í Føroyum um, hvørt okkara fólkatingsmenn skulu blanda seg í danskan politikk ella ikki. Royndirnar siga okkum, at fólkafloksumboðið hevur svikið í so máta. Hann hevur svikið tey, sum tóku tað fyri fult, at hann ikki skuldi blanda seg í danskan politikk - og hann hevur eisini svikið sínar egnu fundamentalistar, ið tóku tað fyri fult, at hann skuldi »bekempa sosialismuni«. Ábyrgdarpolitikari? Nei, tað er hann ikki - men ein góður sjónleikari - ein úrmælingur í so máta.
Avgerðin var røtt hjá hinum fólkatingsmanninumum ikki at blanda seg í danskan politikk. Hann eigur aftur at fáa gott samstarv við danska brøðraflokkin - men ikki við at taka aktivan lut í donskum innanríkispolitikki.