Danny & The Veetos leita eftir upptøkum

Poppbólkurin Danny & The Veetos, sum var kosin ársins bólkur á FMA heiðurstiltakinum fyrr í ár, leitar nú eftir privatupptøkum, sum skulu brúkast til nýggja video hjá bólkinum.

-  Vit gera eitt sjónbandalag til sangin “Eg Lítil Var”. Í tí sambandi ynskja vit at fáa live upptøkur av okkum frá tykkum, skriva Danny & The Veetos á facebook-vanganum.

- Sendið tykkara upptøkur til theveetos@gmail.com og møguliga fái tykkara upptøku í okkara nýggja sjónbandalag.

Danny & The Veetos hava seinasta árið gjørt videoløg til aðrar sangir av teirra útgávu.