Danmark, Svøríki og Spania hava í dag víst 73 russiskum diplomatum av landinum.
Tað hendir, eftir at Russland er lagt undir krígsbrotsgerðir í ukrainska býnum Butja.
Russland sigur, at tað fer at svara aftur upp á útvísingarnar.
Jeppe Kofod, uttanríkisráðharri, upplýsti fyrr í dag, at Danmark vísir 15 fólkum frá russisku sendistovuni av landinum. Tey eru løgd undir at njósnast á danskari jørð.
Í Stokkhólmi sigur Ann Linde, uttanríkisráðfrú, á tíðindafundi, at Svøríki vísir trimum russiskum sendifólkum av landinum. Tað skrivar tíðindastovanTT.
Italia og Spania upplýsa, at tey vísa ávikavist 30 og 25 sendifólkum av landinum.
– Vit hava gjørt av at vísa russiskum sendifólkum og starvsfólkum á russisku sendistovuni í Spania. Tey eru ein hóttan í móti áhugamálum og trygd landsins, sigur spanski uttanríkisráðharrin, Joes Manuel Albares, sambært tíðindastovuni Reuters.
Ein uppgerð frá tíðindastovuni AFP vísir, at yvir 230 russisk sendifólk eru víst út síðani 24. februar. Tað var dagurin, tá Russlandi gjørdi innrás í Ukraina.
Talsmaðurin hjá Kreml, Dmitrij Peskov, sigur útvísingarnar vera »stuttskygdar«.
– Tað fer at gera samskiftislinjurnar við vesturheimin enn truplari. Tær eru so neyðuguar fyri at finna iena loysn, sigur hann sambært Reuters.
Tað verður hildið sannlíkt, at fleiri donsk sendifólk verða víst úr Moskva. Tað plagar Russland at gera, tá so er.
Fleiri aðrar stjórini í vesturheiminum hava tikið líknandi stig við útvísingum. Tað er hent, eftir at tað seinastu dagarnar eru komnar fram myndir og upplýsingar, sum benda á, at Russland hevur fram krígsbrotsgerðir í ukrainska býnum Butja. Býurin er í ein útnyrðing úr høvuðsstaðnum Kyiv.
Har eru fleiri sivil fólk, sum eftir øllum at døma upp á gjøt eru dripin. Onnur eru funnin bakbundin og skotin.
Tað eru ákærur, sum Russlandi vísir aftur og sigur vera falskar.
Í gjár vístu Týskland og Frankaríki tilsamans 75 russiskum sendifólkum.
/ritzau/