Danmark fær trupult við røkka HM

Danmark fekk bara javnleik í HM undankappingardystinum móti Bulgaria í Parkini. Bulgari hevur framvegis fýra stig fleiri enn Danmark á øðrum plássi.

 

Morten Bisgaard, fyrrverandi danskur landsliðsspælari, segði undan dystinum í kvøld, at Danmark helst skuldi vinna á Bulgaria um tað skuldi eydnast Danmark at koma til HM endaspælið í Brasil í 2014.

 

Stanislav Manolev legði Bulgaria á odda 1-0 stutt inn í seinna hálvleik, men løtu seinni fekk Danmark brotsspark, sum Daniel Agger skoraði trygt.

 

Danmark royndi at trýsta, men tað eydnaðist ikki at skapa teir stóru møguleikarnar. Italia vinnur helst bólkin, so nú skal tað ganga Danmark væl um teir skulu við til Brasil.