Pensiónskassin ATP vil veita donsku bankunum 30 mia. kr. í lán. tað sigur ATP-stjórin Lars Rohde við borsen.dk.
?Við einari statstrygd eru pengarnir tryggir. Tað líkist virðisbrøvum við statstrygd - og fyri okkum er tað ein góð íløga? sigur Lars Rohde.
ATP hevur í fleiri dagar mett um støðuna hjá bankunum, men hava ikki fyrrenn í dag boðað frá tilboðnum.
Nú, Fólkatingið hevur samtykt bjargingarpakkan til bankarnar, er íløgan heilt trygg.
ATP og aðrir pensiónskassar søgdu nei, tá heitt varð á teir, at verða við í bjargingarætlanini. Tað var tí, at teir ikki vildu seta stóru upphæddirnar í vanda. Men nú bjargingarpakkin er samtyktur, eru eisini upphæddirnar, sum ATP og aðrir pensiónskassar lána bankunum, tryggar.
?Vit halda, at rentan í donsku bankunum er góð, eisini um hugt verður eftir hvat rentan er aðrastaðni.? sigur Lars Rohde við borsen.dk í dag.