Fyrr í summar var stovnurin reistur og leiðari settur á stovninum. Talan er um Sonlis Høj Joensen, sum í løtuni starvast sum dagrøktarleiðari í Sjóvar kommunu. Hon tekur við starvinum í dag.
Í dag er samstundis freistin úti at lata inn uppskot um, hvussu nýggi stovnurin skal eita. Sum skilst hevur áhugi verið fyri hesi kappingini.
Navnið verður avdúkað tá stovnurin letur upp 1. november.