- Útróðrarfiskur, sum verður veiddur, blóðgaður beinanvegin og síðan sleppur at bløða út í ísvatni, verður hin allar besti fiskur, ið hugsast kann. Hetta gera okkara grannar, og hví kunnu vit ikki eisini gera hetta í Føroyum ? ikki minst, nú arbeiðsloysi er so stórt?
Hendan spurning setti Mortan Johannesen, útróðrarmaður, tá hann helt røðu á fiskivinnutinginum herfyri.
- Eg havi verið á sjónum, síðan eg var stórur smádrongur. Í nógv ár var eg skipari, og nú í fleiri ár havi eg verið útróðrarmaður, og eg eri framvegis á Norðhavinum, nú várróður er. Eg havi eingi diagrammir at leggja fram, men tosi út frá mínum royndum á hesi árini, legði hann aftrat.
Mortan Johannesen segði seg undrast yvir, at so fáir politikarar vóru til steðar í Norðurlandahúsinum og lýddu á, nú so álvarsamt mál sum okkara fiskivinna og burðardyggleiki í vinnuni eru til umrøðu.
- Eg havi skilt, at tað er løgtingsfundur og ymiskir nevndarfundir, og tí eru so fáir. Men hevði tað verið at farið yvir til New York at sæð ein skúla, so høvdu hesi somu fólk ivaleyst kastað alt frá sær og farið avstað, helt hann fyri.
Í síni røðu legði Mortan stóra dent á, at okkara tilfeingi er ikki óavmarkað, og tí er sera umráðandi, at alt kann seljast og soleiðis kemur til høldar.
Hann helt, at ein tann størsti trupulleikin í føroyskari fiskivinnu er, at hin nýggjasti fiskurin ikki fær hin besta prísin. Hann helt eisini, at føroyingar eins og íslendingar og norðmenn í nógv størri mun áttu at ført fiskin heilan til lands, og síðan havt kryvjarar á landi.
- Útróðrarfiskur, sum verður veiddur, blóðgaður beinanvegin og síðan sleppur at bløða út í ísvatni, verður hin allar besti fiskur, ið hugsast kann. Hetta gera okkara grannar, og hví kunnu vit ikki eisini gera hetta í Føroyum ? ikki minst, nú arbeiðsloysi er so stórt.
Mortan Johannesen segði seg hava gjørt onkrar royndir í so máta saman við Meinhard Jacobsen, sum var stjóri í Faroe Seafood.
- Hetta riggaði væl, og keyparar spurdu, hvar vit høvdu fingið henda ediliga fiskin. Men soleiðis, sum eg skilti, var trupult at fáa fólk at kryvja uppi á landi.
Útróðrarmaðurin helt tað vera sera hugstoytt at síggja 8-10 dagar gamlan fisk seldan á uppboðssølu fyri kanska einar 2-3 krónur meiri fyri kilo enn daggamlan og væl hagreiddan útróðrarfisk.
- Tað nyttar einki, hvat útróðrarmaðurin ger við fiskin, tá hetta ikki sæst aftur í prísinum, segði Mortan Johannesen á fiskivinnutinginum.