Í dag eru 83 elakfør í Føroyum

Seinastu 10 mánaðirnar er talið av elakførum í Føroyum meir enn tvífaldað

Í núverandi løtu eru tilsamans 83 skrásett el-akfør í Føroyum. Av hesum eru tað 72 persónbilar, sjey prutl, ein hýruvognur, ein motorsúkkla og tveir vøruvognar. Hetta upplýsir Akstovan, sum skrásetir føroysku bilarnar.

 

1. januar 2017 vóru 22 el-akfør í Føroyum, harav 18 vóru persónbilar. Eitt ár seinni, 1. januar 2018, vóru 37 el-akfør skrásett - av hesum 33 persónbilar. So tað kann ikki sigast annað, enn at tað er ein stórur vøkstur í el-akførum í Føroyum, tí talið er meir enn tvífaldað uppá minni enn eitt ár – altso frá 37 fyrst í 2018 til 83 í dag, 12. oktober 2018.

 

Hetta talið fer ivaleyst bara at halda fram við at vaksa, tað heldur Pól Jákup Poulsen, stjóri í Auto Service, tí hann merkir ein stóran eftirspurning.

 

- Eftirspurningurin av el-bilum veksur øgiliga nógv, og eg vænti, at vit fara at selja einar 25 el-bilar í ár, sum er tað sama, vit hava selt tilsamans áðrenn, sigur Pól Jákup Poulsen, sum eisini væntar, at um 2-3 ár hava flestu bilasølurnar í Føroyum stórt úrvæl av el-bilum.