- Prísurin fyri at seta eina krabbameinsætlan í verk fyri Føroyar, skal ikki klípast burtur av játtanini til annað virksemi í heilsuverkinum.
Tað staðfesti Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður.
Løgtingið hevði aðalorðaskifti í gjár um ætlanina at seta eina krabbameinsætlan í verk fyri Føroyar.
Talan er um eina ætlan í næstan 60 punktum, sum ein arbeiðsbólkur hevur stungið út í kortið og sum skal setast í verk hesi næstu trý árini.
Endamálið er at styrkja munandi um viðgerðina av krabbameini og tá ið øll ætlanin er sett í verk, fer hon at kosta heilsuverkinum 20 milliónir í rakstri um ári.
Harumframt skulu íløgur uppá 27 milliónir gerast í heilsuverkinum hesi næstu trý árini, men ein partur av íløgunum eru longu játtaðar í ár.
Tað er greitt, at Løgtingið tekur væl undir við krabbameinsætlanini.
Men samstundis varð spurningurin reistur um, hvussu ætlanin skal fíggjast og tað vóru fleiri tingfólk, sum fregnaðist um fíggingina.
Og her vóru tað fleiri tinglimir sum staðfesta, at fíggingin skal finnast við at hækka avgjøldini á sigarettum og rúsdrekka.
Øktir heilsuskattir
Ein av teimum var Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður og sum eisini var landsstýrismaður, tá ið krabbameinsætlanin varð sett á skinnarar.
Hann gjørdi púra greitt, at ongin krabbameinsætlan skal setast í verk, har fíggingin skal finnast við at skerja annað virksemið hjá heilsuverkinum.
- Tí er bara ein máti at fíggja krabbameinsætlanina upp á og tað er við heilsuskattum, sum síðani skulu markast beinleiðis til krabbameinsætlanina.
Hann helt eisini, at tað einasta rætta er at krabbameinsætlanin fær sína serstøku játtan á fíggjarlógini, so at ongin ivi skal vera um, hvat peningurinskal brúkast til. Hetta forðar eisini fyri, at hann fer í stóra pott og kann verða brúktur til onnur endamál.
Tað var ongin ivi í Løgtinginum um, at tá ið tosað var um heilsuskattir, varð mest hugsað um at hækka avgjøldini á rúsdrekka og sigarettum.
Fleiri tinglimir vístu á, hvussu ómetaliga vandamikil, serstakliga roykingin er og bæði Karsten Hansen og aðrir tinglimir átalaðu, at Atlantsflog framhaldandi sleppur at skeinkja ókeypis rúsdrekka.
Teir mæltu eisini til, at avtaka alt, sum eitur tollfrí søla av rúsdrekka og sigarettum.
Sjálvur vísti Hans Pauli Strøm á, at øll krabbameinsætlanin kann fíggjast við at avtaka tollfríu søluna av sigarettum og rúsdrekka.
Sjómenn missa bonn
Kári á Rógvi, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin var ein av teimum, sum tekur undir við at avtaka tollfría søluna á sigarettum og rúsdrekka.
Men hann helt somuleiðis, at rætturin hjá sjómonnum at keypa sigarettir og rúsdrekka í bonn, skal avtakast, eins og øll onnur tollfrí søla.
- Lat okkum taka tað tungu avgerðina og avtaka tollfríu søluna, helt hann.
Aksel V. Johannesen segði, at kanska kunnu avgjøldini hækkast eitt sindur meir, men hann mælti til størsta varsemi.
- Tað er ein spurningur, hvussu nógv prísirnir kunnu hækka afturat, áðrenn tað fer at eggja til smugling í stórum stíli og til at fólk fara at bryggja sjálvi heima í kjallaranum.
Avgjøldini eru rættiliga høg frammanundan og tað er ein spurningur, hvussu nógv, tey kunnu hækkast afturat, heldur hann.
Hendir tað, at smugling og heimabrygging fer at vinda upp á seg, er skjótt at missa tamarhaldið á støðuni, so at vit missa yvirlitið yvir, hvussu nógv í veruleikanum verður roykt og drukkið í Føroyum, heldur landsstýrismaðurin í heilsumálum.
Kortini nevndi landsstýrismaðurin eisini møguleikan fyri at forbjóða allari tollfríari sølu.
Ivasamur
Hinvegin hildu Tórbjørn Jacobsen og aðrir løgtingslimir at tað er er ein spurningur, hvussu nógv prísskrúvan kann spennast afturat.
Hann heldur, at tað er tórført at venja gamlar hundar, so tað fer ikki at gera mun at hækka prísin enn meiri.
Kortini helt partakvinna hansara, Bergtóra Jacobsen, at hægri prísir kunnu forða fyri, at fleiri aldrin festa í sína fyrstu sigarett og fara at roykja.
Lesi eisini aðrar greinar um sama mál tí aðrastaðni í blaðnum hava vit samrøðu við lansstýrismannin og eina uppgerð yvir, hvussu inntøkurnar hjá landskassanum eru av heilsuskattum, sum avgjøldini á sigarettum og søtmeti so flott eita á nýføroyskum politikaramáli.