Landskappingarárið í Italia er komið at enda og fyri fyrstu ferð í níggju ár, eitur meistarin ikki Juventus. Undan hesum kappingarárinum fekk Andrea Pirlo heldur óvæntað starvið, men við gongdini í huga, so er tað ikki óvæntað, at hann nú hevur fingið sparkið í felagnum. Juventus vann sær akkurát luttøku í Champions League við sigri í seiansta umfarinum.
Stóri vinnarin í Italia er Inter Milan og Antonio Conte. Fyri fyrstu ferð í níggju ár eydnaðist tað einum felagið at koppa Juventus. Tað gjørdi Inter Milan í stórum stíli, men síðani hevur Antonio Conte sagt upp. Tað sigst, at hann er ikki lættur at hava við at gera, og at hann mangan er í hornatøkum við leiðslurnar í feløgunum.
Juventus væntast at seta Massimiliano Allegri aftur í venjarastarvið. Nýggjur í Seriu A til komandi kappingarár er José Mourinho. Hann verður venjari hjá AS Roma.










