Concorde-flogfar siglir fram við Frælsisgudinnuni

Concordurin, heimsins skjótast flogfar, hevur í hesi vikuni verið á einum øðrvísi túri, enn flogfarið varð bygt til.

 

Við Frælsisgudinduni í baksýn varð Concordurin sigldur oman eftir Hudsonánni í Newy York, USA. - Foto: Michael M. Santiago/Ritzau Scanpix

Flogfarið, ið fleyg skjótari enn ljóðið, hevur hesa vikuna verið á einum øðrum túri enn tann, sum flogfarið varð bygt til.

Flogfarið hevur siglt oman gjøgnum Hudsonánna í New York, USA. Millum annað framvið frælsisgudinduni.

Tað skrivar CNN.

Concordurin hjá British Airways er ein av teimum 20 flogførunum, sum vórðu framleidd.

Orsøkin til, at flogfarið varð siglt, er tí, at tað hoyrir heima á New Yorks Intrepid Museum. men tað hevur havt tørv á umvæling. Tí var ikki á savninum í fleiri mánaðir.

Og tá ið tað ikki kundi flúgvast aftur, mátti tað í staðin siglast. Ein krani lyfti tað aftur á upprunaliga plássið á savninum.

Concord-verkætlanini skuldi í sínari tíð kollvelta nýtsluna av ferðafólkaflogførum, tá flogfarið kundi flúgva 2.200 metrar um tíman, næstan tvær ferðir so skjótt sum ljóðið.

Men tað var dýrt og larmaði illa.

Flogfarið var eftir nøkur ár á veingjunum tikið úr rakstri í 2003, trý ár eftir at eitt Concorde-flogfar var fyri eini vanlukku í París.

/ritzau/

 

Við Frælsisgudinduni í baksýn varð Concordurin sigldur oman eftir Hudsonánni í Newy York, USA. - Foto: Michael M. Santiago/Ritzau Scanpix