Coca-Cola afturkallar 20.800 fløskur

Coca-Cola hevur selt 1,5 litur fløskur - sukurfríar - við ov nógvum søtevni í, og tí vera fløskurnar nú afturkallaðar.

 

 

Coca-Cola biðir nú fólk, sum hava keypt hesar fløskur, lata tær inn aftur til handilin, har tær eru keyptar. Talan er um 20.800 fløskur tilsamans, harav tær flestu eru seldar í Norðurnoregi. Á norska Matportalinum stendur, at fløskurnar, sum hava ov nógv av søtevni í, eru merktar: Best fyri 28.02.2021.

- Talan er um søtevni í tvífalt so stórum nøgdum, sum tað, ið annars er í vanligu sukurfríu Coca-Cola-fløskunum, sigur Per Hynne, samskiftisstjóri í Coca-Cola European Partners, við NRK. 

Hann vísir á, at lítil og eingin vandi er knýttur at økta søtevnisinnihaldinum í fløskunum, sum eru seldar í Rema 1000, Coop og í handlum hjá Norgesgruppen í Norðurnoregi. - Vit eru í tøttum sambandi við Matvørueftirlitið, soleiðis at tað, vit gera, er tað rætta, sigur samskiftisstjórin, Per Hynne.

Matvørueftirlitið vísir á, at góðkenningar til tilsetingarevni verða givin sambært vandametingum hjá evropeiska mattryggleikstovninum, EFSA. Tá Coca-Cola í hesum føri hevur brúkt ov nógv søtevni, biðja vit um, at nevndu fløskur verða afturkallaðar, sigur Anita Sveum Ihle hjá Matvørueftirlitinum.

Diabetissambandið í Noregi stúrir ikki fyri, at nøgdirnar av søtevni fara at ávirka støðuna hjá diabetikarum. - Tú skalt nevniliga drekka nógv sukkurfrítt við brúsi í yvir eina rættiliga langa tíð, áðrenn nøgdirnar av søtevni, sum her er talan um, kunnu gerast skaðiligar.

Ragnhild Gjevre, ráðgevi hjá Diabetessambandinum, sigur, at skal eitt vaksið fólk fáa skaða av tí søtevni, sum er latið ov nógv í hesar fløskur, skal viðkomandi drekka meira enn 4-5 litrar av brúsi hvønn dag restina av lívinum.

- So, her er í veruleikanum eingin vandi, tó at nøgdirnar av søtevni, sum Coca-Cola her umrøður, eru tvífalt so høgar, sum tær annars eiga at vera, leggur hon aftrat.