Stórur spenningur í amerikonsku uppstillingarvalunum, men enn eru bert fáar atkvøður upptaldar. Tá umleið 1% av atkvøðunum vórðu tald í Ohio og í Texas er Hillary Clinton á odda í Ohio við 62% ímóti 36 til Obama, og í Texas er Obama á odda við 58% ímóti 41 til Clinton.