Claire tók ein part av farminum, sum eisini skuldi umborð á Norrønu. Umframt hetta, so vóru eisini nógvir bátar, sum skuldu við Norrønu til Noregs á bátaferðir, har siglt verður innanskerðs.
Sosialurin frættir frá Smyril Line, at ferðaætlanin hjá Norrønu serliga til Noregs og Shetlandsoyggjarnar er so stram, at tað er torført at vinna mista tíð innaftur. Og tá so nógvur farmur er, tekur tað langa tíð at lasta skipið aftur.
Tí varð Claire tikin inn til at frakta farm og bátarnar, soleiðis at Norrøna kundi fara so skjótt sum gjørligt av aftur Havnini mánamorgunin.
Sambært ferðaætlanini átti Norrøna at fara av Havnini klokkan níggju mánamorgunin, men hon fór kortini ikki fyrr enn klokkan hálvgum ellivu. Men tað vil so hinvegin siga, at hon longu nú hevur vunnið ein stóran part av seinkingini fríggjdagin innaftur.
Frá Smyril Line siga tey tó, at um allir bátarnir og allurin farmurin, sum fór við Claire, eisini hevði verið lossaður umborð á Norrønu, so hevði hon verið upp aftur seinni av Havnini mánamorgunin.
Tað tekur langa tíð at lasta Norrønu. Tað kom best til sjóndar í seinastu viku, tá skipið bleiv umleið fýra tímar seinkað úr Noreg til Shetlands, orsakað av nógvum farmi. Og skipið bleiv eisini tveir tímar seinkað orsakað av farmi úr Shetlandi. Og ikki nóg mikið við tí. Norrøna kom eisini í eitt sindur av illveðri á veg úr Íslandi til Føroyar hósdagin í seinastu viku. Alt hetta hevði so við sær, at hon var so sein til Føroyar fríggjadagin.
Av Smyril Line verður sagt, at tað sanniliga er tørvur fyri tveimum skipum, serliga undir slíkum umstøðum, sum Norrøna nú er í.
Tað verður ikki væntað, at nakar tílíkur trupulleiki verður við nýggju Norrønu, tí har verður rampin so mikið breiður, at tað fer at bera til at koyra umborð og í land í senn. Tað letur seg ikki gera nú.