CIA: Amerikanska álopið rakti Iran meint

- Kjarnorkuætlanin hjá Iran fekk eitt ógvusligt skot fyri bógvin av amerikanska álopinum sunnunáttina, sigur CIA-stjórin

Amerikanski CIA-stjórin, John Ratcliffe, sigur, at fleiri týdningarmiklar kjarnorkuskipanir í Iran eru oyðilagdar, og tað fer at taka fleiri ár at byggja tær uppaftur.

 

Hetta veit tíðindastovan, Reuters, at siga í kvøld.

 

Sambært stjóranum, váttar fregnartænastan hjá CIA, at kjarnorkuætlanin hjá Iran fekk eitt ógvusligt skot fyri bógvin av amerikanska álopinum sunnunáttina.

 

Í vikuni hava ymiskar meiningar verið um, hvørt álopið hjá USA nú einaferð var so væleydnað, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, vil vera við.

 

Men, tað var tað, sambært John Ratcliffe, sum er CIA-stjóri og maðurin á myndini omanfyri.

 

Trump-umsitingin hevur rópt álopið fullkomið, men fregnartænastukeldur hava sagt við CNN, at USA ikki megnaði at oyðileggja iransku skipaninar.