Chirac skuldsettur fyri mutur

Fyrrverandi franski forsetin Jacques Chirac og fyrrverandi forsætisráðharrin Dominique de Villepin fingu fleiri milliónir frankar frá ymsum leiðarum í Afrika. Tað sigur Robert Bourgi, sum arbeiddi hjá teimum báðum.

Robert Bourgi sigur við blaðið Le Journal du Dimanche, at hann var hjástaddur, tá Chirac tók ímóti fleiri kuffertum, sum vóru full av pengum. Hetta var í teirri tíðini, tá Chirac var borgarstjóri í París.

Sambært Robert Bourgi fekk Chirac ongantíð minni enn fimm milliónir frankar, og hann kundi fáa heilt upp í 15 milliónir, sigur hann. Pengarnir komu frá nøkrum av leiðarunum í Afrika so sum forsetanum í Zaire, Mobutu Sese Seko, Laurent Gbagbo á Fílabeinsstrondini og Blaiser Compaore í Burkina Faso.

Verjin hjá Jacques Chirac vísir øllum ákærunum aftur. Tað ger Dominique de Villepin eisini.