Enska fótbóltssambandið, FA hevur tikið lut til fimta umfar í FA Cup kappingini.
Stóri dysturin í komandi umfarinum er, at Chelsea tekur ímóti Manchester United á heimavølli. Favorittarnir til at vinna kappingina, Manchester City spæla á útivølli ímóti vinnaranum av dystinum millum Middlesbrough og Newport.
5. umfar verður leikt dagarnar 15. til 18. februar.
Lutakastið sær soleiðis út:
- Bristol City - Shrewsbury ella Wolverhampton
- Wimbledon - Milwall
- Doncaster - Crystal Palace
- Middlesbrough ella Newport - Manchester City
- Chelsea - Manchester United
- Swansea - Barnet ella Brentford
- Portsmouth ella QPR - Watford
- Brighton ella West Bromwich - Derby









