Sterki verjuleikarin hjá Chelsea, Ricardo Carvalho, var vegna skaða ikki við í FA Cup finaluni ímóti Manchester United leygardagin. Hetta forðar honum tó ikki at leingja sáttmálan við Chelsea, og tað hevur hann gjørt um vikuskiftið. Nýggi sáttmálin røkkur nú til summarið 2012.
Portugisiski landsliðsverjuleikarin kom saman við venjara José Mourinho til Chelsea frá FC Porto í 2004.











