- Tað var tann tíð, tá tað var tørvur á uppreistrarrørslum í Latínamerika, men tann tíðin er farin, segði venesuelski forsetin, Hugo Chavez, í sjónvarpssendingini "Alo, presidente", sum hann hevur eina ferð um vikuna í almenna venesuelska sjónvarpinum. Boðskapurin var ætlaður teirri vinstrasinnaðu FARC-uppreistrarrørsluni í grannalandinum Kolombia.
Hugo Chavez hevur verið lagdur undir at hjálpa FARC við fíggjarligum stuðuli og kanska eisini vápnum, men í sendingini segði hann, at tíðin er komin til frið mog semju. Samstundis heitti hann óbeinleiðis á FARC um at lata teir politisku fangarnar leysar, sum rørslan hevur burturflutt.
- Vit kunnu ikki rættvísgera, og eg havi heldur ongantíð gjørt tað, at fólk verða tikin og flutt niðan í fjøllini, segði Hugo Chavez og sipaði til, at FARC hevur fleiri politiskar fangar sitandi gíslar, teirra millum fyrrverandi kolombiska forsetavalevnið Ingrid Betancourt.
- Tíðin er komin til at tosa um frið, og eg eri til reiðar at fara eftir fangunum hjá FARC, so skjótt rørslan er til reiðar at lata teir leysar, segði venesuelski forsetin.