Champions League spælari revsaður fyri doping

Makedonski landsliðsspælarin Arijan Ademi er útistongdur frá altjóða fótbólti í fýra ár

Fyrst í oktober vann Dinamo Zagreb heldur óvæntað 2-1 á Arsenal í Champions League bólkaspælinum. Stutt aftaná bleiv tað staðfest, at makedonski landsliðsspælarin hjá Dinamo Zagreb, Arijan Ademi var dopaður, og tað hevur nú fingið álvarsamar avleiðingar fyri makedonaran.

 

Arijan Ademi verður útistongdur frá altjóða fótbólti í fýra ár: - Eg eigi ongi orð, sum kunnu beskriva hvør kensla mín er. Eg veit, at eg ikki havi gjørt nakað skeivt, og kortini fái eg hesa ræðuligu revsingina. Eg havi tað av hundanum til, sigur Arijan Ademi við heimasíðuna hjá Dinamo Zagreb. 

 

Dinamo Zagreb hava verið skjótir úti at verja Arijan Ademi: - Sum fótbóltsfelag eru vit skelkaði og ógvuliga kløkk av hesum ógvusliga dóminum. Vit koma at gera alt, sum er í okkara valdi at stuðla Airjan í hesi torføru tíðini hjá honum. Tað hevur hann uppiborið aftaná alt tað, sum hann hevur offrað fyri hetta felagið, skrivar Dinamo Zagreb á heimasíðu felagsins.