Evropiska fótbóltssamgongan, UEFA, hevur á fundi avgjørt, at flyta finaluna í Champions League. Hon skuldi verða í russiska býnum Sankta Pætursborg, men álopið á Ukreina ger at UEFA ikki ynskir, at finalan verður spælt í Russlandi.
Finalan verður tí spælt á Stade de France í Fraklandi. Hon verður, sum áður ásett, spæld leygarkvøldið 28. mei klokkan 20. UEFA takkar franska forsetanum, Emmanuel Macron, fyri at taka móti finaluni. UEFA hevur eisini kunngjørt, at øll feløgini úr Russlandi og Ukreina, sum luttaka í Evropa, skulu spæla sínar heimadystir á uttanveltaðum vølli.
Viðmerkjarar halda, at UEFA eisini skuldi havt viðmerkt tætta samstarvið við høvðusstuðulin, russiska gasfelagið Gazprom. Tað valdi UEFA ikki at gera á hesum sinni.