Champions League bólturin rullar aftur

Í parkini í Keypmannahavn tekur FCK ímóti Rubin Kazan úr Russlandi. Rubin Kazan var í fjør eisini í Champions League og kláraði seg væl ímóti eitt nú Barcelona. FCK er einasta norðurlendska umboðið í Champions League í ár. Hin dysturin í bólkinum hjá FCK er millum Barcelona og Panathinaikos.

 

Í bólki A skal Tottenham fyrstu ferð spæla í kappingini fyri meistaralið, síðani tað skifti navn til Champions League. Teir eru í Týsklandi og skulu spæla ímóti Werder Bremen. Vinnarnir frá í fjør, Inter Milan, eru eisini í bólki A. Teir eru í Hollandi har Twente tekur ímóti.

 

Á Old Trafford tekur Manchester United ímóti skotska Ragners. Sir Alex Ferguson hevur sagt við Sky Sports, at hann fer at lata Wayne Rooney spæla. Leygardagin var Wayne Roney ikki við Manchester United hópinum, ið spældi ímóti Everton á Goodison Park.

 

Bólkur A:

 

Twente ? Inter

Werder Bremen ? Tottenham

 

Bólkur B:

 

Benfica ? Hapoel Tel Aviv

Lyon ? Schalke 04

 

Bólkur C:

 

Bursaspor ? Valencia

Manchetser United ? Rangers

 

Bólkur D:

Barcelona ? Panathinaikos

FCK ? Rubin Kazan

 

Allir dystirnir byrja klokkan 19.45.