Champions League av bakkastokki í kvøld

Í kvøld verða ársins fyrstu dystir leiktir í heimsins sterkastu kapping fyri fótbóltsfeløg, Champions League. Talan er um átta dystir, sum verða leiktir í bólkunum A til D.

 

Allir dystirnir byrja kl.19.45, og teir eru hesir:

 

Marseille - Besiktas

FC Porto - Liverpool

Chelsea - Rosenborg

Schalke 04 - Valencia

Real Madrid - Werder Bremen

Olympiakos - Lazio

AC Milan - Benfica

Shakhtar Donetsk - Celtic