Enski landsliðsvenjarin Fabio Capello vónar ikki, at finalan í Champions League í mai verður millum tvey ensk feløg. Ongland verður við í HM endaspælinum í Suðurafrika, sum byrjar í juni, og Capello heldur, at Champions League finalan kann gerast ein vansi fyri landsliðið.
- Teir spælarar, sum vinna kappingina, verða á toppinum sálarliga, men teir, sum hava tapt, fáa trupult við at koma fyri seg kropsliga og sálarliga til HM endaspælið, sigur Capello.