Byrja at bora mikudagin

Vánaliga veðrið seinastu dagarnar hevur tarnað arbeiðinum at gera klárt til boringina á Williamleiðini.

Hjarnar Djurhuus, stjóri hjá BP sigur við Sosialin, at teir nú bíða eftir betri veðri at fáa tað seinasta upp á pláss. Sum tað sær út í løtuni verður helst hol sett á undirgrundina mikudagin 17. oktober. Boringin er mett at taka einar fýra mánaðir. Tað eru BP, Shell og Anadarko, sum standa fyri hesi sættu boringini á landgrunninum.

 

jan