- Hugsa tit bara um mentan, ella vilja tit eisini, at vinnulívið skal hava góðar umstøður?
Tað er spurningurin, Høgni Lützen, stjóri í Valdemar Lützen hevur hug at seta Tórshavnar Býráð.
Hann er harðliga ímóti ætlanini hjá Tórshavnar Býráð at flyta ætlaða musikkskúlan á Skálatrøð, og at byggja hann saman við einum Tjóðpalli, sum ætlanin eisini er at byggja á Skálatrøð.
- Skal nakað byggjast á Skálatrøð, skal tað vera eitt parkeringshús – og onki annað, sigur Høgni Lützen.
Hann vísir á, at longu sum er nú, er ferðsluruðuleiki á Skálatrøð, tí har standa so nógvir bilar, eitt nú tekur Tórshavnar Kommuna sjálv eini 30 parkeringspláss um dagin til sínar bilar, og til bilar hjá starvsfólki.
Trýst á pílin undir myndini oh hoyr Høgna Lützen greiða frá, hví hann ivast í, um Tórshavnar býráð yvirhøvur vil geva vinnulívinum góðar umstøður. Hann greiðir eisini frá, hvussu dýr, nógv umrødda uppuhgaldstrappan í Vágsbotni, hevur verið fyri vinnulívið í miðbýnum í Havn, og hví Tórshavnar Maraton kostar vinnulívinum nógvar pengar.










