Býráðið hevur meldað Levi Mørk til løgregluna

Av tí at Tórshavnar Kommuna hevur grundaðan illgruan um, at alt ikki er farið rætt fram viðvíkjandi fíggjarviðurskiftunum hjá Frítíðarskúlanum í Hoyvík og Klubb 188

Tórshavnar kommuna hevur sett í verk kanning av rakstrinum hjá Frítíðarskúlanum í Hoyvík og Klubb 188 viðvíkjandi árunum 2012 og 2013.

 

Úrslitið av kanningini er, at handfaringin av ávísum fíggjarviðurskiftum hevur elvt til grundaðan illgruna um, at alt er ikki farið rætt fram.

 

Les eisini: Kanna óreglusemi hjá býráðspolitikara

 

Kommunan hevur tí í dag heitt á løgregluna um at kanna hesi viðurskifti.

 

Av tí at málið er latið løgregluni, ger kommunan ikki viðmerkingar til málið, sigur Tórshavnar kommuna í stuttari fráboðan.

 

Les eisini: Verjuadvokatur spyr um rættartrygd hjá Levi