Nú verður sjøtul settur á enn eina risastóra útbygging á Landssjúkrahúsinum.
Talan er um ein nýggjan bygning, tey nevna H bygningurin. Hann verður einar 10.000 fermetar til støddar, og sum skal hýsa Psykiatriska deplinum, seingjarplássum, endurvenjing, burðar- og barsilsdeild, umframt køki og kantinu.
Verkætlanin skal vera klár at bjóða út um árskiftið 2015-16, tó at avgrevstur og grovplanering verður bjóðað út seinni í ár.
Tilsamans eru 348 milliónir játtaðar til bygningin. Hann fer er at síggja út, sum myndin vísir og hann skal hitast við sjóvarhita. Nýggi bygningurin skal takast í nýtslu á vári í 2019.
|