Bygdirnar skulu hava størri ræði

FÓLKARÆÐIÐ Tá ið kommunurnar verða lagdar saman, verður tað krav frá Sjálvstýrisflokkinum, at staðbundnar bygdarnevndir fáa stóra ávirkan og at talið á kommunustýrislimum verður munandi økt

- Tá ið kommunurnar verða lagdar saman, skulu bygdirnar hava størri vald á egnum viðurskiftum.
Tað staðfestir Kári á Rógvi, formaður floksins.
Samstundis skal talið á kommunustýrislimir hækkast munandi.
Hetta verða tvey krøv, sum Sjálvstýrsflokkurin fer at seta sum treyt fyri at taka undir við ætlanini at leggja allar Føroyar saman í sjey ella átta kommunur um hálvtannað ár.
Kári á Rógvi sigur, at Sjálvstýrisflokkurin hevur givið landsstýrinum tilsøgn um at taka undir við at kommunur verða lagdar saman.
Men tá ið uppskotið verður lagt fyri Løgtingið á ólavsøku og tær politisku tingingarnar verða um smálutirnar í samanleggingini, fer Sjálvstýrisflokkurin at seta fram nøkur krøv fyri at taka undir við ætlanini.
- Fyri okkum er kommunusamanlegging ikki bara ein spurningur um at at skilbøta raksturin. Tað er eisini ein spurningur um at tryggja fjølbroytni í landinum, leggur formaðurin dent á.
Í hesum sambandi heldur hann, at tað hevur sera stóran týdning, av hámarkið um, at tað í mesta lagi kunnu vera 17 limir í einum kommunustýri, verður avtikið.
- Talið á kommunustýrislimum skal verða so mikið stórt, at eisini tær smáu bygdirnar skulu hava ein veruligan møguleika at fáa ein lim í kommunustýrið, sigur hann.
- Taka vit Suðuroy sum dømi, má tað bera til hjá einum fámjiningi ella einum hovbingi at verða vald í kommunustýrið.
Tí skal talið á markið hækkast upp á fleiri og tjúgu kommunustýrislimir, staðfestir Kári á Rógvi.

Sýtingarrættur til bygdirnar
Samstundis heldur hann, at tað hevur alstóran týdning at tryggja, at tær smærru bygdirnar ikki vera við sviðusoð, tá ið kommunurnar verða lagdar saman.
Tí vil Sjálvstýrisflokkurin eisini hava, at ein staðbundin nevnd nevnd verður vald í hvørjari bygd so at ikki allar avgerðir verða tiknar í teimum størru bygdunum.
Men hesar staðbundnu nevndirnar skulu ikki einanas verða ráðgevandi.
- Tær skulu hava veruligan myndugleika á summum viðurskiftum í teimum ávísu bygdunum bygdunum, staðfestir Kári á Rógvi.
Í hesum sambandi sigur hann, at staðbundnu nevndirnar eiga enntá at fáa sýtingarrætt í ávísum viðurskiftum.
Eitt, hann hugsar um í hesum føri, er, at staðbundnu nevndirnar eiga at fáa sýtingarrætt í ávísum byggimálum.
- Taka vit aftur Suðuroy sum dømi, má tað ikki henda, at eitt felags kommunustýri kann taka avgerð um at stykkja alla Fámjins bygd út til grundstykki til sethús ella summarhús, uttan at fámjiningar sjálvir fáa eitt orð at siga og kunnu siga nei, vilja teir ikki tað.
- Tað eru summi viðurskifti, sum eru so staðbundin, at bygdarfólkið eigur at hava seinasta orðið.

Stúra
Hann er vísur í, at ein orsøk til, at fólk himprast við samanlegging, er, at bygdarfólk stúra fyri heilt at missa ræðið á sínum egnum viðurskiftum.
Tí vil Kári á Rógvi, at samskifti verður tikið upp við kommunufeløgini um, hvussu eitt økt, staðbundið fólkaræði kann stuðla uppundir eina kommunala samanlegging.
Hann vil kortini ikki binda seg til eina ávísa loysn, men tað skal gerast í einum samskifti við kommunufeløgini fyri at vita, hvussu tað skal gerast.
Samstundis heldur Kári á Rógvi, at tað er sjálvsagt, at tær ymsu staðbundnu nevndirnar fáa eina ávísa peningajáttan, sum verður markað til endamál í teirri ávísu bygdini, leggur hann afturat.

Fólkaskúlin til kommunurnar
Nú landsstýrið ætlar at leggja kommunurnar saman, er ætlanin samstundis at skipa fólkaskúlan í øki, sum skulu fylgja teimum nýggju kommunumørkunum.
Men tað skal framvegis vera mentamálaráðið, sum skal umsita skúlan.
Hesum heldur Kári á Rógvi, formaður Sjálvstýrisfloksins, er púra skeivt.
Hann kann góðtaka hetta um so er, at hetta verður prísurin fyri at finna semju um kommunusamanlegging.
Men hann hevur samstundis boðað frá, at hann fer at virka fyri, at ein skipan við skúlaøkjum verður avtikin aftur sum skjótast.
- Ætlanin at leggja skúlan í øki, sum kortini skulu stjórnast úr Mentamálaráðnum, tænir ongum endamálið uttan at fáa eitt alment umsitingarlið afturat.
- Avleiðingin verður, at vit fara at fáa sjey ella átta lokalar skúlafyrisitingar, umframt eina skúlafyrisiting í Mentamálaráðnum, sum skal hava eftirlit við teimum lokalu fyrisitingunum.

Fult ræði
Sjálvstýrisflokkurin vil heldur leggja allan fólkaskúlan undir kommunurnar at umsita og tað merkir, at hvør einstøk kommuna skal fáa fult ræðið á fólkaskúlanum, saman við skúlaleiðslunum og skúlastýrunum. Samstundis skal myndugleikin hjá Mentamálaráðnum avmarkast mest møguligt.
Tað merkir, at kommunan sjálv skipar síni skúlaviðurskifti og verða skúlar lagdir saman, skal sparingin koma kommununi sjálvari til góðar.
Sum støðan er nú, rindar landið læraralønina, men kommunan syrgir fyri skúlahølum, útgerð og skúlabarnaflutningi.
- Vit eru í tí merkiligu støðu, at hóast semja er um, at tað kann tænas børnunum best, vilja kommunur ikki niðurleggja skúlar, bara tí at so fer tað at elva til størri rokning til kommununa til skúlabarnaflutningin. Men tað er altso landið, sum má rinda fyri læraran.
- Tað merkir so aftur, at kommunurnar síggja ikki vinningin av læraralønini, sum verður spard, so at tær fáa høvi at brúka ta sparingina til tvílæraraskipanir, læraraskeið, ella onnur tiltøk, sum menna skúlan.
- Vit mugu fáa eina skipan, har allur kostnaður fyri skúlan, fara úr sama kassa og allar sparingar enda aftur í sama kassa.
Les eisini greinina: Gott at kommunurnar verða lagdar saman nú