Nýggj gransking vísir, at bygdarskúlar í Noregi klára seg betur enn skúlar í stórum økjum í landinum – ella tað, sum verður mett sum miðal fyri landið.
Nýggj gransking, sum nýliga er gjørd í Noregi, vísir, hvat eyðkennir lítlar kommunur, har skúlarnir í kommununi støðugt kunnu vísa á góð úrslit ár eftir ár. Orðið, sum gongur aftur, er samstarv.
Í doktararitgerð síni kannaði Hilde Forfang tríggjar kommunur í einum øki í Noregi, sum allar kunnu vísa á góð úrslit yvir tíð, tá ið talan er um avrik hjá næmingum. Hesar tríggjar kommunurnar hava allar færri enn 3000 íbúgvar hvør.
Tað at kommunurnar eru lítlar og eru á bygd, eru viðurskifti, sum kunnu vera ein avbjóðing, og sum kunnu hava við sær, at skúlarnir enda niðarlaga, tá ið talan er um landsroyndir, próvtøkuúrslit og skoðsmál annars.
Men í kommununum í Noregi, sum eru kannaðar, er støðan øvut.
– Hesar kommunurnar eru unikkar. Tær eru í einum fylki við avbjóðingum, sum vanliga eyðkenna bygdir, men skúlarnir kunnu vísa á úrslit, sum liggja oman fyri tað, sum er miðal fyri landið. Tað helt eg var spennandi at kanna nærri, sigur Hilde Forfang, sum vardi doktararitgerð sína nýliga.
Hetta skrivar Skúlablaðið millum annað í grein á síni heimasíðu. Øll greinin kann lesast her: www.skulabladid.fo