Búskaparligt haldføri – vit mugu taka ábyrgd fyri komandi ættarlið

Búskaparligt haldføri er eitt orð, sum ofta verður nevnt í politiskum kjaki. Men hóast nógv er tosað um tað, er spurningurin, um vit í veruleikanum hava tikið tær avgerðir, sum eru neyðugar fyri at tryggja, at føroyska vælferðarsamfelagið eisini er burðardygt um 20 og 30 ár.

 

Veruleikin er, at føroyski búskapurin stendur framman fyri avbjóðingum.

 

Vit verða eldri sum samfelag, samstundis sum væntanin til vælferðartænasturnar vaksa. Tað merkir størri útreiðslur til heilsuøkið, eldraøkið og aðrar kjarnutænastur. Samstundis vita vit, at búskapurin ikki altíð gongur væl. Konjunkturarnir eru broytiligir, og tað koma eisini verri tíðir.

 

Tí er tað ein grundleggjandi spurningur, hvussu vit skipa okkara fíggjarpolitikk?

 

Freistingin í góðum tíðum

 

Søgan vísir, at tá búskapurin gongur væl, og inntøkurnar til landskassan vaksa, er freistingin stór at brúka allan vøksturin beinanvegin. Nýggj tiltøk verða sett í verk, útreiðslurnar vaksa, og bindingar verða lagdar á framtíðina.

 

Men búskapurin gongur í ringrás. Tað koma eisini tíðir, har vøksturin minkar, og inntøkurnar lækka. Tá stendur samfelagið eftir við stórum og fastløstum útreiðslum, sum eru torførar at laga aftur á beint í almenna búskapinum.

 

Hetta er júst kjarnin í spurninginum um búskaparligt haldføri.

 

Tørvur á einum fíggjarpolitiskum regluverki

 

Ein loysn, sum nógv lond hava valt, er at seta í verk eitt fíggjarpolitisk regluverk.

 

Endamálið við slíkum reglum er einfalt: at tryggja, at politiska skipanin ikki brúkar allan vøksturin í góðum tíðum. Ein partur av inntøkunum verður í staðin lagdur til síðis (spardur upp), so samfelagið hevur styrki at lofta búskapinum, tá verri tíðir koma.

 

Hetta snýr seg ikki um at minka um vælferðina, men at tryggja hana.

 

Sum fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum havi eg verið við til at ráðgivið um júst hetta. Búskaparráðið hevur í fleiri umførum mælt til, at Føroyar fáa eitt fíggjarpolitisk regluverk, sum kann tryggja haldførið.

 

Grundtankan er einfaldur: Vit eiga ikki at senda rokningina víðari til okkara børn og abbabørn.

 

Pensjónsskipanin má fylgja samfelagsmenningini

 

Eitt annað stórt haldførismál er pensjónsskipanin.

 

Vit liva longri enn áður, og tað er at fegnast um. Men tað merkir eisini, at pensjónsskipanin má tillagast hesum veruleika. Pensjónsaldurin eigur tí í størri mun at fylgja livialdrinum.

 

Samstundis er tað týdningarmikið at tryggja rættvísi! Ein, sum byrjar ungur á arbeiðsmarknaðinum og hevur arbeitt kropsligt arbeiði í nógv ár, eigur eisini at hava møguleika at fara fyrr á pensjón enn ein, sum kemur seinni út á arbeiðsmarknaðin. Sjálvandi.

 

Ábyrgd fyri framtíðina

 

Hesi málini eru ikki altíð politiskt løtt. Tað er ofta lættari at útseta avgerðirnar.

 

Men spurningurin er, um vit vilja hava eitt samfelag, har vit taka ábyrgd fyri framtíðini – ella eitt samfelag, har vit lata komandi ættarliðini rinda fyri okkara avgerðir.

 

Í øðrum skrivið verður víst á, hvussu eitt slík reglugerð hevði ávirkað fíggjarligu gongdina seinastu 20 árini. 

 

 

 

X við A

 

Fróði Magnussen valevnið hjá Fólkaflokkinum.