Sløkkiliðsfólk sløkkja eld í einum bygningi í fimm hæddum í býnum Kharkiv. - Mynd: Sergey Bobok/Ritzau Scanpix

Ukraina boðar frá sjey deyðum í álopinum á íbúðarblokkar

Ein bygningur í fimm hæddum í Kharkiv er nærum fullkomiliga oyðilagdur eftir eitt russiskt loftálop, siga myndugleikarnir í Ukraina.

Sløkkiliðsfólk sløkkja eld í einum bygningi í fimm hæddum í býnum Kharkiv. - Mynd: Sergey Bobok/Ritzau Scanpix

Í minsta lagi sjey fólk hava latið lív eftir eitt russiskt loftálop á ein íbúðarblokk í ukrainska býnum Kharkiv í dag.

Tað sigur frágreiðingin frá økisguvernørinum í Kharkiv, Oleh Synyehubov, sambært týsku tíðindastovuni dpa.

Sambært guvernørinum vóru tvey børn millum tey, sum doyðu í álopinum.

Talið av deyðum vaks tíðliga í morgun, tá bjargingarfólk funnu lík í leivdunum eftir álopið á bygningin, stendur í fráboðanini.

Russland hevur ikki gjørt viðmerkingar til ukrainsku fráboðanina um eitt deyðiligt álop.

Oleh Synyehubov skrivaði áður á boðtænastuni Telegram, at tíggju fólk fingu skaða í álopinum. Teirra millum vóru tveir dreingir í aldrinum 6 og 11 ár, umframt ein 17 ára gomul genta.

Bygningurin í fimm hæddum er so at siga oyðilagdur, skrivar Oleh Synyehubov.

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, skrivar í einum uppslagi á X, at tað framvegis kunnu vera fólk fangað undir leivdunum, og at bjargingararbeiðið framvegis er í gongd.

Sambært forsetanum vóru fleiri av álopinum í gjárkvøldið eisini móti kritiskum undirstøðukervi í landinum.

– Russland hevur ikki givið upp royndina at oyðileggja bústaðar- og kritiska undirstøðukervið í Ukraina, og tí skal stuðulin (til Ukraina, red.) halda fram, skrivar Zelenskyj í uppslagnum.

Eisini varð boðað frá einum dronuálop í nærliggjandi býnum Chuhujiv, sum liggur í Kharkiv-landslutinum.

Halyna Minajeva, borgarstjóri, sigur sambært AFP, at tvey fólk fingu skaða eftir eitt fíggindaligt dronuálop á eitt hús.

Ávaringar um loftálop vóru um alt Ukraina í morgun, skrivar AFP.

Pólland hevur sent jagaraflogfør á flog sum avleiðing av russisku álopunum á grannalandið. Tað boðaði operativa leiðslan hjá pólska herinum frá leygardagin á sosiala miðlinum X.

 

/Ritzau/

 

 

 

Sløkkiliðsfólk sløkkja eld í einum bygningi í fimm hæddum í býnum Kharkiv. - Mynd: Sergey Bobok/Ritzau Scanpix