12 bilførarar fingu klipp í koyrikortið

Í gjár gjørdi løgreglan ferðslukanningar fleiri staðni í landinum og har vórðu nógvir bilførarar skrivaðir upp.

Við Glasir í Havn eru javnan trupulleikar av, at bilførarar ikki halda seg til høgru, men fara til vinstru í rundkoyringini.

 

Upp á 40 minuttir í gjár, tá skúladagurn byrjar, fingu seks bilførarar bót og klipp í koyrikortið fyri at koyra øvutan veg í rundkoyringini.

 

Fleiri bilførarar vórðu eisini tiknir og fingu klipp í koyrikortið fyri at koyra ov skjótt. Tað var í Kollafirði, Millum Fjarða og í Runavík.

 

Ein koyrdi yvir 100 km um tíman, har tað er loyvt at koyra 80, tað kostar sær eitt klipp.

 

So vóru nakrir, sum koyrdu ov skjót, at har hámarksferðin er niðursett, og har fellur revsingin skjótari.

 

Fýra bilførarar fingu bót og klipp Inni í Firði í Kollafirði, millum Fjarða og á Fjørðuvegnum í Runavík, har ein bilførari eisini bót og klipp fyri at hava eitt barn í bilinum, sum ikki var rætt íbundið.