Bush vil hava 400 milliardir afturat til verjuna

George W. Bush, forseti hevur biðið Kongressina um 400 milliardir krónur afturat til verjuna. So nógv eru amerikansku hernaðarútreiðslurnar ikki øktar seinastu 20 árini.

Bush boðaði frá kravinum, tá hann í gjár helt røðu fyri heryvirmonnum. Hann segði, at pengarnir eru neyðugir til tess at tryggja, at USA kann vinna kríggið ímóti altjóða yvirgangi.

Forsetin segði, at USA hevur nútímans og væl virtkandi útgerð til at vinna eitt tílíkt kríggj, men hetta er útgerð, sum kostar nógvar pengar, segði hann.

Sambært forsetanum skulu tær umleið 400 milliardir krónurnar nýtast til hækkandi lønarútreiðslur, nýggj vápn, rakettverjuætlanina, ymisk ómannað hernaðarakfør og ymsa hátøkniliga herútgerð. Tekur Kongressin undir við uppskotinum, kemur fíggjarætlanin hjá amerikansku verjuni upp á einar 3200 milliardir krónur.

Týsdagin skal Bush halda røðu í Kongressini, har hann skal royna at fáa politikararnar at taka undir teimum raðfestingunum, sum forsetin og stjórnin hava lagt fram. Longu frammanundan er greitt, at landsins trygd stendur ógvuliga frammarlaga. Bush hevur m. a. nevnt, at stjórnin fer eisini at biðja um eykajáttan til at verju ta sivilu loftferðsluna, samveldisløgreglan FBI skal hava 300 rannsóknarfólk afturat, og fleiri hundrað fólk skulu setast afturat innan sjóverjuna.

Í røðuni fyri heryvirmonnunum segði forsetin, at hann ætlar sær at jagstra yvirgangsmenn, sama hvar teir royna at fjala seg.