Keldur, sum danska TV2 hevur verið í sambandi við, siga, at manningin, sum bleiv rænd av farmaskipinum Leopard, er á lívi. Seks mans vóru við skipinum, tveir danir og fýra úr Filipsoyggjunum.
Tað var seinasta mikudag, at somaliskir sjómenn lupu á skopið, sum var statt í Aden-víkini. Tað eydnaðist skipinum at boða frá álopinum, men tá eitt turkiskt herskip kom til Leopard, vóru eingin menn umborð.
Hvørki danskir myndugleikar ella reiðaríið hava hoyrt nakað frá teimum seks monnunum síðani, men nú sigur TV2, at menninir eru umborð á einum móðurskipi hjá sjórænarunum. Sagt verður, at hetta skipið er á veg inn ímóti somalisku strondini.
NATO-keldur siga, at skipið, sum sjórænararnir brúka sum móðurskip, er eitt taiwanskt fiskiskip, sum bleiv rænt jóladag í landnyrðing úr Madagaskar.