Bumbur kravt 70 mannalív í Pakistan

Í minsta lagi 70 fólk doyðu, og uppaftur fleiri vórðu særd, tá tvær bumbur brustu uttan fyri eina venjingarlegu hjá pakistonsku løgregluni í býnum Charsadda í morgun. Ein talsmaður fyri myndugleikarnar sigur, at 65 av teimum deyðu vóru løgreglumenn. Hini fimm vóru sivilfólk.

Talsmaðurin sigur, at onnur bumban brast, tá ein sjálvmorðsbumbumaður kom inn í venjingarleguna á motorsúklu. Hina bumbuna hevði hann helst lagt har frammanundan, skrivar BBC.

Taliban hevur átikið sær ábyrgdina av atsóknini. Taliban sigur, at atsóknin er hevnd fyri, at Osama bin Laden varð skotin.