Bumbumaðurin var 22 ára gamal

Amerikansk sjónvarpsstøð sigur seg vita, hvør bumbumaðurin í Manchester var

 

Tað var tann 22 ára gamli, Salmon Ramadan Abedi, sum framdi illgerðina í Manchester í Gjárkvøldið.

 

Tað sigur amerikanska sjónvarpsrásin NBC beint nú. Tey siga, at hetta vita tey frá almennum keldum í Onglandi, men enskir myndugleikar hava ikki váttað tað enn. Men BBC hevur upplýst, at maðurin er Onglendingur.

 

Tað er greitt, at løgreglan veit, hvør hann er, men formliga er navnið ikki almannakunngjørt enn

 

Talan var um eina sjálvmorðsatsókn og bumbumaðurin doyði sosatt sjálvur, men nú hevur løgreglan eisini tikið ein 23 ára gamlan mann, sum er undir illgruna fyri at hava verið uppi í. Samstundis eru umfatandi rannsóknir fyri at fáa greiði á, um talan er um ein yvirgangsbólk og um fleiri hava verið uppi í.

 

Yvirgangsatsóknin í gjárkvøldið hevur kostað 22 fólkum lívið, eisini tannáringar og smábørnum, eitt nú átta ára gomlu Saffie Rose Roussos.

 

Annars eru fleiri fólk ikki komin aftur í aftur og ræðslusligig foreldur, og onnur, leita eftir børnum og næstringum, sum ikki tey ikki hava fingið fatur á eftir bumbubrestin.

 

Klokkan seks í kvøld verður minningarhald á Albert Square mitt í Manchester.