Eini átta fólk eru í Ísrael at taka filmin upp, har Bubu sigur bíbliusøgur og vitjar kendu støðini úr Bíbliuni.
Tilvildin vildi tó, at verkætlanin fekk eitt spark rætta vegin, tá ein ferðamaður úr Ísrael stakk innar á gólvið hjá Finn Johannesen í Vági. Hesin frætti um ætlanina um at fara til Ísraels, og eftir hálvtalað orð hevði hann lovað at taka sær av ferðaliðnum hjá Bubu og øllum praktiskum, so sum gisting og øðrum. Og so var bara at halda avstað.
Í komandi filminum eru tað mest Bubu og Jógvan Zachariassen, samkomuleiðari, sum eru við, men møguliga verður annað tilfar tikið við. Á ferðini í Ísrael verður tilfar eisini tikið upp, ið skal nýtast til adventsløtur, sum Bubu fer at hava aftur í ár.
Ein longri samrøða við Finn Johannesen var í Sosialinum mánadagin.











