Alla Ólavsøkuna bjóðar Tórshavnar Ítróttarráð til Bryggjudans á Bryggjubakka, og veðrið hevur nú gjørt, at dansurin er fluttur inn í eitt tjald.
Av tí, at tað sær út til, at tað verður nakað av vindi og regni á Ólavsøku, so hava fyrireikarar gjørt av at leiga eitt telt til Bryggjudansin á Ólavsøku.
Eitt stórt og flott telt verður tí sett upp undir Bryggjubakka á døgurða í dag, har dansurin so verður inn øll trý kvøldini.
Í kvøld spæla Brandur og Tróndur Enni, Ólavsøkuaftan spæla LM Band og aftaná miðnáttarsangin er tað Eyðun Nolsøe, Kim Hansen og Terji Rasmussen, ið spæla til dans.