Stutt frammanundan var Karin Samuelsen úr Kvívík sett sum einalærari fyri Leynar, Vál og Kvívík. Áðrenn høvdu privatmenn í Leynum og Stykkinum havt royndir við at hava skúlagongd til teirra egnu børn. Karin var lærari í øllum bygdunum til 1919.
Nú lærari var settur, skuldi hann ferðast millum allar tríggjar bygdirnar. Skúladagarnir vórðu býttir nøkulunda eftir barnatalinum: Einar 4-5 dagar á Válinum, 7-8 í Leynum og nakrar fleiri í Kvívík.
Á Válinum varð skúli hildin í privathúsi til 1951, tá skúli og læraraíbúð vórðu bygd har. Um somu tíð vórðu lærarahús gjørd til lærararnar í Kvívík og Leynum. Ofta var torført at ferðast ímillum bygdirnar fyri kava og illveðri, helst út á Vál. Eftir Karin komu Kristian Bjarnadal og Johanna Jensen at vera lærarar.
31 skúlabørn á Leynum
1. januar í 1927 verður Christian Høj settur einalærari fyri skúlarnar í Leynum og Válinum, og Johanna Jensen verður burturav lærarinna í Kvívík. Dagatalið verður býtt nøkulunda eftir barnatalinum í báðum bygdunum – 1/3 á Válinum og 2/3 í Leynum. Seinni, í 1953 játta myndugleikarnir í Havn at gangast skal í skúla líka nógvar dagar í báðum bygdunum, eina viku ella tvær vikur í hvørjari ísenn. Christian høj var einalærari frá 1927 til 33, tá hann fór inn á Strendur.
Í Leynum gingu børn úr Leynum og Stykkinum. Hægsta barnatal ein veit um í Leyna skúla er í 1920, tá 31 børn ganga í skúlanum. Mesta talið á Válinum er í 1932, tá 16 børn ganga har.
Børnini á Stykkinum ganga í Leyna skúla líka til umleið 1970, tá ongi skúlabørn eru har í fleiri ár. Seinni, seinast í 70’unum ella fyrst í 80’unum, tá skúlabørn aftur eru har, fara tey í Kvívíkar skúla, tí tá var skúlabussur komin at koyra millum bygdirnar í kommununi og eisini til Vestmanna í eldru flokkarnar. Umframt hetta fingu tey skúlagongd hvønn dag í Kvívík, meðan í Leynum gingu tey hálva tíð.
Í 1967 verður avgjørt bara at hava 1. til 5. árgang í báðum skúlunum; 6. til 7. skúlaár gingu tey í Vestmanna. Seinni, í 80’unum fóru Leynabørn til Kvívíkar í 6. til 7. árgang og síðani í framhaldsdeild í Vestmanna.
Einalærarar
Aftaná 1967, tá bert fimm árgangir vóru, hevur barnatalið í Leynum verið umleið 5-8, og upp í 10-11 børn, og á Válinum uml. 4-6 børn til umleið 10 børn.
Í skúlaárinum 1988-89 er einki skúlabarn á Válinum. Tá fara børnini í Leynum at ganga hvønn dag í skúla. Í 89-92 eru 3 børn á Válinum, og verður tá gingið fyrrapart í Leynum og seinnapart á Válinum. Aftaná 1992 fara børnini á Válinum at ganga í Vestmanna skúla burturav.
Aftaná Christian Høj komu fleiri lærarar í einalærarastarvið í Leyna-Vála skúla. Teir sum vóru longst vóru:
1933-49: Elin Sofía Jacobsen, Kvívík
1950-65: Maria Hansen, Leynar
1967-72 og 1977 og frameftir: Jens Pauli í Dali
1965-67 og 1972-1977: Nakrir ársvikarar við real- ella studentsprógvi. Onkur í longri tíð.
At flestu bygdafólkini vilja varðveita skúla er tí tey vilja hava at yngru børnini ikki verða noydd at fara av bygdini fyrstu skúlaárini.
Seinastu fýra árini hava verið tveir lærarar við skúlan – Jens Pauli í Dali og ein, ið tók avloysaratímar.
(Kelda: Jens Pauli í Dali, lærari)