Oddamaðurin í The Dreams, Hans Edward Andreasen, er eisini oddamaður í nýggja føroyska bólkinum Glóð, sum í gjárkvøldið legði eina sokallaða medley av fleiri løgum á YouTube.
Fyrsta fløgan hjá bólkinum skuldi koma á marknaðin leygardagin, men tøkniligir trupulleikar vóru orsøkin til, at bólkurin enn ikki hevur givið fløgu út.
Men ístaðin hevur bólkurin givið fjepparum eina medley, sum tey kortini kunnu hoyra. Tað liggur á YouTube og á Facebook.
Aftrat Hans Edwars Andreasen, sum syngur og spælir guitar, er eisini Edmund í Garði, sum spælir guitar, Rúni Mouritsen, sum spælir trummur og Kristoffer Mørkøre, sum spælir bass.
Enn er ikki greitt nær fløgan kemur á marknaðin, men sum skilst verður tað helst í ár.
Brotið kann finnast á Facebooksíðuni hjá bólkinum her: www.facebook.com