Brimil og Tjaldrið skulu royna at sløkkja

Boð eru send eftir bæði Brimli og Tjaldinum at royna at sløkkj eldinum umborð á Athenu, sum liggur og brennir við bryggju í Runavík. KL 02:30: Fólk, sum búgva tætt at havnarlagnum rýma við dýnum í bilin. Støðan virkar ógvuliga hættislig, og summir av brestunum ikki bert hoyrast, men følast eisini. Beint nú klokkan 2:15 var aftur ein ógvuslig spreinging umborð, sum hoyrdist um allann Skálafjørðin.

Tosað verður eisini um at sleipa skipið til havs, tí so nógvur eitrandi roykur kemur frá skipinum. Sløkkiliðsfólk og løgreglan hava av trygdarorsøkum trekt seg aftur av økinum kring skipið, sum nú brennur púra frítt.

Tá Brimil fekk boðini, var hann staddur 60 fjórðingar úr landi, so hann væntast ikki inni fyrr enn klokkan 5.